Áheitan á Miðflokkin

Jógvan í Løðuni


Loyvi mær hervið at heita á tykkum, ið standa fyri Miðflokkinum, um ikki, í hesum hjálpartíðum, at koma fram aftur við politiska hugskotinum um at peningur, latin til samkomur og vælgerandi endamál, skal kunna dragast frá í skatti.
Onkur partur av føroyska fólkasálini má vera frítikin fyri stemmuspekulatión.
Tað er gott at fólk kunnu lata eftir førimuni í tí stilla.