Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana
Bill Justinussen
Allir føroyingar harmast í hesum døgum tað vanlukkuligu støðu tjóðin er komin í av tí arbeiðssteðgi, ið enn einaferð leggur stóran part av samfelagnum lamið.
Í fjølmiðlunum hava einstakir samgonglimir gjørt vart við sína ónøgd, og 18 teirra, tvs. góður meiriluti av føroya løgtingi, heita á partarnar báðar at taka uppaftur samráðingarnar.
Ásannandi, at annar samráðingarparturin longu treytaleyst hevur tikið undir við uppskoti semingsmanna, og at bakland landsstýrisins, t.e. samgongumeirilutin, sigur seg ynskja frið aftur á arbeiðsmarknaðinum, heitir Miðflokkurin á Løgmann um at vísa samfelagsábyrgd og steðga verkbanninum. Skuldi hetta kravt, at ábyrgdarhavandi landsstýrismaður verður tikin av ræði, eigur hetta at verða gjørt, tí hvørki samfelagið sum heild, ella tey útjaðararøkir, sum aftur hesaferð á serligan hátt merkja sviðan av arbeiðssteðginum, eiga at bera prísin fyri tí stuttskygni, sum eyðkennir hesa avgerð fíggjarmálaráðharrans.
Avgerðin liggur í hondum samgongunnar, umráðandi er at taka hana, tí meðan tosað og skrivað verður, farast samfelagsvirðir.