Áheitan á landsstýrið og løgtingið

- at hækka fyritíðarpensiónirnar í Føroyum

Viðvíkjandi løgtingsmálið nr. 13/2005: Uppskot til sam­tykar um broyting í løgtingslóg um almannapensiónir o.a.
Í løgtingsmáli 13/2005 verður uppskot sett fram, har mælt verður til at taka av lægstu fyritíðarpensión - hetta soleiðis at tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensión, fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal fyritíðarpensión.
Upphæddirnar, ið verða veittar fólki við skerdum arbeiðsførleika og avlamnum, ið fáa lægstu fyritíðar­pensiónir, eru alt ov lágar. Gift fáa 5.069 kr. um mánaðin ella í alt 60.828 kr. um árið, og støk fáa 6.363 kr. um mánaðin ella í alt 76.356 kr. um árið.
Feløgini gera við hesum vart við, at tað er alneyðugt - uttan meira drál - at hækka lægstu fyritíðarpensión, soleiðis at henda pensión í minsta lagi kemur upp á tað, sum svarar til miðal fyritíðarpensión, har gift, anno 2005 fáa 90.228 kr. - og støk fáa 104.724 kr. í árligari pensión.
Feløgini fara við hesum somuleiðis at gera vart við, at avlamnis- ell fyritíðar pensión er ein samsýning fyri mist arbeiðsevni, og fara vit tí við hesum at heita á landsstýrið og løgtingið um at veita giftum og støkum somu grundupphædd, soleiðis sum gjørt verður í lond­unum uttan um okkum.

Føroya Arbeiðarafelag
Almanna- og heilsurøktarafelagið
Føroya Pedagogfelag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Havnar Arbeiðsmannafelag
Ergoterapeutfelagið
Føroya Psykiatrifelag
Magistarafelag Føroya
Fysioterapeutfelag Føroya
Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum
Føroya Musikklærarafelag
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Starvsmannafelagið
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Fiskimannafelag Føroya
S&K - felagið
Bioanalytikarafelagið
Økonomafelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Handverkarafelag
Felagið Maskinmeistaralærara
Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara
Føroya Lærarafelag
Postverk Føroya
Maskinmeistarafelagið