Poul Michelsen, tingmaður--------
Finn eina breiða politiska búskaparsemju millum tingfólk grundað á ta frágreiðing, sum Búskaparráðið er komið við.
Ber ikki til at finna semjur NÚ, hví skuldi tað so eydnast at funnið semju aftan á eitt val? Er tað nakar, sum veruliga trýr uppá, at vit vóru so heppin, at øll tingmanningin aftan á eitt val verður skift út?
Nei – teir trupulleikar, sum eru millum flokkarnar ella leiðsluna í flokkunum, verða ikki burtur eftir eitt løgtingsval!
Er búskaparstøðan vánalig nú, verður hon ikki minni vánalig eftir eitt val. Og tora tingfólk ikki at taka neyðugu stigini nú – tora tey enn minni at gera hetta aftan á eitt val.
Løgmaður!
Fólk eru livandi troytt av politiska klandrinum, av politiskum ódugnaskapi og máttloysi og hava mist álitið á politisku skipanina.
Tak stigið nú! Tað ER neyðugt at blanda kortini av nýggjum. Møguliga skal verandi samgonga umskipast og grundast á eitt nýtt samgonguskjal, ella møguliga skal nýggj samgonga skipast.
Vit sleppa ikki undan at taka neyðug stig til halda aftur í almenna rakstrinum og breiðka inntøkugundarlagið hjá landskassanum. Ein breið búskaparsemja kann føra við sær, at flokkar ella tingfólk noyðast at slaka í tjarnumálum. Og tað finnast flokkar og tingfólk, sum vilja hetta.
Megnar løgmaður ikki at standa fyri eini slíkari tilgongd, eigur hann at lata onkran annan sleppa at taka við leiðsluni.
Eitt val nú er ringasta loysnin fyri samfelagið.
Harra løgmaður!
Eru allir møguleikar troyttir, royn so at savna teir flokkar ella tey tingfólk, sum vilja stuðla eini savningarstjórn, og sum eru sinnaði at gera eina breiða búskaparliga semju um at venda gongdini og bjarga landinum úr kreppuni – møguleikarnir er so avgjørt til staðar. Tíðin er komin til at hugsa yvirskipað.