Áheitan á Kringvarp Føroya

Nú arbeitt verður við vetrarskránni hjá Kringvarpi Føroya, loyva vit okkum í “Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag” (KLH) at koma við hesum skrivi til leiðsluna í Kringvarpinum

KLH – endamál og virki

KLH hevur gjøgnum tíðirnar gjørt vart við viðurskifti í sambandi programmvirksemið hjá Kringvarpinum.

KLH hevur í endamáli sínum

•  at virka fyri kristiligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, sum t.d. gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t.l.

•  at styðja útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum,

•  at mótarbeiða, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.

 

Dialogur við Kringvarpið

Í fimmti ára søgu felagsins hevur KLH við millumbili havt samband við leiðslu kringvarpsins, tá ið tað er talan um kristiligt og mentanarligt tilfar, sum hevur verið borið fram í almennu loftmiðlunum. Sigast kann, at dialogur hevur verið, men vit halda, at sjónarmið okkara í alt ov lítlan mun hava vunnið frama hjá leiðsluni í kringvarpinum gjøgnum árini.

Hóast hetta fegnast KLH um tað kristiliga tilfarið, sum hevur verið sent gjøgnum tíðirnar í kringvarpinum.

Av tilfari, sum hevur verið fastur táttur, kann m.a. verða nevnt: Gudstænasta/Evangeliskur fundur, Morgunlestur og Hetta heilaga evangeliið skrivar og Gudstænasta/Møti og Andakt í sjónvarpinum. Aðrar sendingar hava eisini verið gjøgnum árini t.d. Sálmar og Sangir og Víngarðurin. Eisini kann nevnast sendingin Tilvera og aðrar mentanarligar upplýsandi sendingar.

 

Stórur áhugi fyri kristiligum tilfari

Tað er alment kunnugt, at áhugin fyri kristiligum sendingum er stórur millum fólk. Hetta vísa eisini lurtara- og hyggjarakanningar, sum kringvarpið hevur gjørt gjøgnum tíðirnar.

Hesi seinastu árini er senditíðin hjá kringvarpinum økt í stórum – serliga hjá útvarpinum. Á tøkniligu síðuni er kringvarpið eisini nógv útbygt, nú sent verður talgilt og kringvarpið veitir størri og størri tænastur til hyggjaran og lurtaran við t.d. interaktivum sendingum og netvarpi, eins og brúkarin hevur størri og størri atgongd til “gamalt” tilfar, sum liggur á netinum. Alt hetta eru stór framstig sum vit í KLH fegnast um, og sum er til stóra gleði fyri brúkaran.

KLH ásannar, at tað hendir nógv á øllum økjum í samfelagnum, og kringvarpið skal náa nógv við tíðindum og kunning um alt, sum hendir bæði her á landi og burturi í heimi.

 

Lítil menning og færri sendingar

KLH ásannar eisini, at kringvarpið ikki hevur ment táttin av kristiligum tilfari seinastu mongu árini – heldur mega vit ásanna, at útboðið av kristiligum sendingum er minkað.

Tað er ein royndur lutur, at kristiliga virksemi er stórt í Føroyum, og vit í KLH halda, at hesin tátturin í mentanararvinum hjá okkum føroyingum eisini eigur at hava góða rúmd í almenna kringvarpinum.

KLH heitir tí á leiðsluna í kringvarpinum og tey, sum hava ábyrgdina av at skapa og menna tilfar í kringvarpinum at virka fyri betri rúmd fyri kristiligum og mentanarligum tilfari í Kringvarpi Føroya.

Vit loyva okkum at koma við hesum ítøkiliga uppskoti:

 

Sunnu- og halgidagar í Kringvarpinum

Vit mæla til, at tilfar verður gjørt, sum ber brá av at tað veruliga er sunnu- og halgidagur. Vit hugsa ikki bert um ta vanligu gudstænastuna/evangeliska møti, men eisini t.d. um góðar sálmar og sangir, góðan tónleik, samrøður, tíðindi og reportasjur frá kristiliga arbeiði og barna- og ungdómssendingar við kristiligum innihaldi.

 

Høgtíðirnar

Vit mæla til, at tilfar verður gjørt, sum hóskar at bera fram í útvarpi og sjónvarpi til tær ymisku kristiligu høgtíðirnar í árinum. Danska TV2 hevur gjørt av at endursenda vælumtókta jólakalendaran “Jesus og Josefine”. KLH heitir á kringvarpið um eisini at senda “Jesus og Josefine” í SVF frá 1. desember í ár.

 

Morgunlesturin

Ónøgdin er framvegis ógvuliga stór millum fólk, at morgunlesturin ikki verður endursendur. KLH hevur fleiri ferðir bæði munnliga og skrivliga heitt á leiðsluna í kringvarpinum at fáa morgunlesturin aftur á skránna – higartil uttan úrslit. Vit heita enn einaferð um at fáa morgunlesturin á skránna kl.09.50.

Vit fegnast um, at morgulesturin nú verður endursendur í SVF, og at Kringvarpið er farið undir at gera nýggjar upptøkur av sálmum og sangum m.a. at brúka í morgunlestrinum.

 

Sjónvarpið

Vit mæla til, at fleiri familjufilmar við kristiligum og uppbyggjandi innihaldi verða settir á skránna í sjónvarpinum – eisini við góðum filmum fyri børn – yngri og eldri.

Vit heita eisini leiðsluna um at hava fleiri kjaksendingar um etikk og moral í síni breidd, men eisini við atliti til okkara egnu mentan og siðvenju á kristiligum støði. KLH heitir eisini á leiðslu kringvarpsins um at fáa allar sendingar í sjónvarpinum tekstaðar.

 

Gott og fjølbroytt kringvarp

Kringvarp Føroya hevur eitt stórt starvsfólkalið við nógvum og fjølbroyttum møguleikum. KLH fegnast eisini um, at leiðslan í kringvarpinum hevur sett eitt av starvsfólkunum sum samskipara av kristiliga tilfarinum í kringvarpinum.

Málið hjá okkum øllum er at fáa eitt gott og fjølbroytt Kringvarp Føroya. KLH vil fegið vera við at gera hetta málið til veruleika, og ynski okkara er at hava ein opnan dialog við leiðslu og starvsfólk í kringvarpinum.

 

 

 

Uni Næs, formaður

Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag