Jørmund Foldbo, formaður
Vegna autismufelagið
Vit kunnu óivað vera samd um, at verkfallið serliga gekk út yvir veikastu borgararnar í landinum, nevniliga børnini og fólk við skerdum førleikum. Tað eru tvinni viðurskifti, ið vit serliga hava heft okkum við, hóast annað eisini kundi verið nevnt.
Tað fyrra er rætturin til undirvísing. Her hava vit sæð, at bara børn við serligum avbjóðingum hava fingið avmarkaða ella onga skúlagongd undir verkfallinum, hóast skúlin skuldi verið tann sami fyri øll – óansæð førleikar. Hetta harmar okkum almikið.
Tað seinna er rætturin at fáa húsfrið í egnum heimi. Her vóru vit vitni til, at fólk skuldu flytast út úr sínum egna heimi á annan stað at búgva. Neyvan hevði nakar av okkum sokallaðu normalu góðtikið eina slíka viðferð.
Tí er okkara áheitan á myndugleikarnar henda:
1. Lat okkum tryggja øllum borgarum sama rætt til undirvísing – eisini tá verkfall er.
2. Lat heimið hjá fólki við serligum avbjóðingum, t.d. autismu, vera eitt gott stað at vera - eisini meðan verkfall er.