Tað kann ikki verða rætt at gjaldið til dagstovnaplássini hækkar í trá við útbyggingarnar av stovnunum uttan at tey sum skullu gjaldað verða tikin við í viðgerðina av málinum. 
Tað eru bert mánaðar síðan seinast gjaldið varð hækka og nú gjaldið aftur er hækkað er greitt at gjøldini, sum gongdin er nú, fara at halda á við at hækkað. 
Í løtuni rindar kommunan 70% av rakstrinum og foreldur/brúkarar 30%. Men nú kommunan útbyggir stovnarnar og ansetur fólk á stovnum og í býráðsumsitingini hækkar gjaldið samsvarandi. 
Foreldur við í viðgerðina
Vit meta  at umboð fyri foreldur, sum eiga børn í dagstovninum, eiga at verða tikin við í viðgerina av gjaldinum fyri ansingarplássini, og at kommunan steðgar øllum útbyggingum av ansingarskipanini til greiða er fingin á hvør skal gjalda fyri plássini og hvussu bítið millum kommunu og foreldur/ brúkarar skal verða. 
Tað er ikki nøktandi at brúkargjøld soleiðis pr. automatik verða løgd á barnafamiljur.










