Áheitan á allar borgarar í Nes Kommunu

Jan Danielsen


Nú nærkast so aftur til kommunuval, og valevnini royna at tekkjast veljarunum á ymsan hátt: Nøkur skriva í fjølmiðlunum, nøkur ganga hús úr húsi við faldarum við alskyns vallyftum, nøkur heilsa uppá fólk fyri at bidda atkvøður, nøkur ringja til veljaran fyri á tann hátt at ávirka o.s.fr. Felags fyri tey flestu er helst, at tey royna at sloyskast fyri fólki, sum tey ikki hava tosað við í næstan fýra ár.
Tað ætli eg mær ikki at gera.
Eg vil við hesum skrivi, bert heita á allar veljarar í Nes kommunu, um at fara á val 9. november fyri at greiða atkvøðu. Vel mann ella kvinnu, sum tú hevur álit á, við sínum fullu fimm eitt heilt valskeið ert ført fyri at taka skilagóðar avgerðir, øllum borgarum at frama. Avgerðir, sum ikki eru ávirkaðar av, um nakrar eyka atkvøður eru at heinta til komandi val.