Góða veðrið í Danmark tær seinastu vikurnar hevur havt við sær, at eftirspurningurin eftir ferðum suðureftir er minkaður nógv.
Í eini roynd at selja sólferðir, hava ferðamannastovurnar lækkað prísirnar, og í løtuni ber til at keypa pakkaferðir til væl umtókt ferðamál í Turkalandi, Italia, Portugal og í Grikkalandi fyri hálvan prís, skrivar tv2.dk.
Til dømis kostar ein ferð til Alanya í Turkalandi, har búð verður á fýrastjørnaðum gistingarhúsi í eina viku, minni enn túsund krónur.
Danska summarveðrið, sum í mai mánaði var tað heitasta nakrantíð, er orsøkin til, at danir velja at verða verandi heima.
Bæði Bravo Tours og Tui siga, at eftirspurningurin eftir ferðum suðureftir er nógv minni, enn hann vanliga er hesa ársins tíð, tá nógvir danir plaga at leggja summarfrítíðina til rættis.
Umboð fyri Bravo Tours sigur við tv2.dk, at minkandi eftirspurningurin er ikki ein beinleiðis vanlukka fyri ferðamannastovurnar, men at tað kortini er ein fíggjarligur smeitur.