Tað er ein stórur missur, at veningjingarhylurin á Skúlanum á Trøðni ikki er tøkur. Hetta sigur Birgit Durhuus, sum hevur arbeitt sum fysioterapeutur á skúlanum í fleiri ár.
- Vit vóru sera fegin, tá umvælingin byrjaði, tí fyltrið hevði verið vánaligt leingi, og vit fingu ikki brúkt hylin so nógv, sum vit ynsktu. Heita vatnið ger stóran mun fyri kropsligu menningina hjá børnunum og harvið eisini fyri alla innlæringina, sigur Birgit Durhuus.
Hon greiðir frá, at fyri tey multihandikappaðu børnini er ein heitur hylur einasti møguleiki at røra seg.
- Tað er so rørandi at síggja hesi børnini, sum einki kunnu, knappliga uppdaga at tey kunnu flyta seg niðri í vatninum.
Birgit Durhuus hevur arbeitt á Skúlanum í Trøðni í fleiri ár og er sera góð við skúlan. Tí kennist tað sárt at hann ongan góðan eigur hjá myndugleikunum.
- Vit eru rættiliga ósjónlig í samfelagnum, tí vit altíð royna at vera so varin. Tað er sárt fyri foreldur at hava eitt brekað barn, og vit taka okkara tagnarskyldu í stórsta álvara, sigur fysioterapeuturin.