Heita á skúlanevndina

.....

Lærarar í Tvøroyrar skúla høvdu mánakvøldið fund, har teir røddu um støðuna, skúlin er í í løtuni.

Skriv er sent skúlanevndini, løgmanni og landstýrismonnunum Høgna Hoydal og Karsten Hansen, ið umsitaávíkavist skúlamál og fíggjarmál.

Lærararnir heita staðiliga á skúlanevndina um at gera vart við seg á røttum stað, so gongd kemur á aftur samráðingarnar. Sagt verður, at ørkymlandi støðan merkist skilliga á bæði næmingum og lærarum.

Lærarar vísa til ansingarskylduna og spyrja, hvør hevur ábyrgdina av næmingunum teir tímarnar, ið ikki verða lisnir, nú verkfall er.