Nógv hevur verið tosað um trongu korini hjá smábarnafamiljum seinastu tíðina. Fleiri eru, sum royna at hjálpa og nú fer ein samkoma aftur at í høvuðsstaðnum at geva eitt íkast.
City Church Tórshavn, ið fyrr æt Evangeliihúsið, fer nú at bjóða smábarnafamiljum í trongum korum eina heita máltíð um vikuna. Harumframt fáa tey høvi at smyrja sær matpakka til dagin eftir.
Hjørdis Petersen, samkomuleiðari, sigur, at samkoman við hesum millum annað ynskir at lækka gáttina inn í samkomuna. Hon sigur, at fram yvir fer samkoman eisini at taka ein størri lut í tí virksemi, sum gongur fyri seg í miðbýnum, millum annað Jól í Miðbýnum, ólavsøkuni og mentanarnáttini.
Les eina longri samrøðu við Hjørdis Petersen í Vikublaðnum, ið verður borið út í hvørt heim í morgin.










