Heita kanska á andstøðuna um hjálp

Tað er ikki óhugsandi, at samgongan fer at biðja andstøðuna á tingi um hjálp til tess at fáa samtyktan ein fiskivinnureform.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, sum leygardagin hevði landsfund í Fámjin.

Hann vísir á, at tað ber ikki til, at nakrir fáir samgongutingmenn spenna bein fyri eini skilagóðari loysn. Og verður tað so, so heldur hann, at samgongan skal leita sær stuðul hjá andstøðuni.

Hoyrið samrøðu við Johan Dahl niðanfyri: