Heita á eldri fólk um ikki at koyra við bussi

– Nú samfelagið letur stigvíst uppaftur, skulu foreldur – alt tað ber til – fáa børnini í skúla í bili, súkklu ella til gongu og ikki brúka bussin, sigur Tórshavnar kommuna

Býarbussarnir í Tórshavnar kommunu koyra framvegis sum vant, men bara við í mesta lagi 9 fólkum umframt bussførara. Hetta er galdandi, til onnur boð verða givin, sigur Tórshavnar kommuna í dag.

– Nú samfelagið letur stigvíst uppaftur, skulu foreldur – alt tað ber til – fáa børnini í skúla í bili, súkklu ella til gongu og ikki brúka bussin, verður sagt.

– Heitt verður framvegis á eldri fólk um ikki at brúka bussarnar.

Bussarnir verða sóttreinsaðir hvønn dag við serligum spritti, sum sóttreinsar alt í eina viku.