Heita á fólk um at rýma úr russiskum marknaðbýum

Russiskir hernaðarligir bólkar, sum stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi, heita nú á sivilfólk um at rýma úr marknaðbýum.

Í gjár frættist um, at hernaðarligir russiskir bólkar, sum stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi, hava gjørt álop á russiskar marknaðbýir.

 

Í gjárkvøldið segði russiska verjumálaráðið, at russiskar herdeildir høvdu bart álopini niður, og at hernaðarligu bólkarnir høvdu mist nógv fólk og útgerð.

 

Hernaðarligir russiskir bólkar heita í dag á sivilfólk í nærmastu russisku býunum um at rýma, tí bólkarnir hótta við stórálopum á hernaðarlig mál. 

 

Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í dag.

 

Fyrr í vikuni søgdu hernaðarligir russiskir bólkar, at teir høvdu tikin onkran russiskan marknaðbý í Kursk-regiónini. 

 

Bólkarnir, sum leypa á mál í Russlandi, vilja stríðast móti russisku stjórnini og Vladimir Putin, forseta.

 

- Russiska fólkið skal sjálvt gera av, hvønn tey velja at stýra landinum - og tey skulu ikki velja tann, tey noyðast at velja, sigur bólkurin, Freedom of Russia.