Bretska løgreglan ávarar Philip prins ímóta at koyra uttan trygdarseðlar. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
97 ára gamli maðurin hjá Elisabeth Drotning av Bretlandi er aftur handan róðrið í bilinum, bara tveir dagar eftir, at hann var í einum ferðsluóhappið, tá bilur hansara koppaði á liðina. Men aftur í bilinum koyrir hann uttan trygdarseðla.
Tað vísa myndir, sum fleiri bretskir miðlar hava í dag.
Løgreglan veit um myndirnar og upplýsir sambært AFP, at »bilførarin hevur fingið hóskandi ráð«.
– »Hóskandi ráðini« eru í tráð við vanliga svar okkara, tá onkur vísir okkum myndir, sum vísa slík lógarbrot, sigur ein talskvinna fyri løgregluna í Onglandi.
Philip prinsur var longu fríggjadagin við at koma seg eftir ferðsluóhappið, tá bilur hansara rendi saman við ein annan bil..
Prinsurin slapp óskaddur frá óhappinum, men var skelkaður eftir tilburðin.
Í hinum bilinum vóru tvær kvinnur og eitt níggju mánaðir gamalt smábarn. Onnur kvinnan slapp við sárum á knænum, meðan hin breyt hándliðið. Smábarnið fekk ongan skaða.
– Óhappið verður kannað, sum er vanlig mannagongd, segði løgreglan í Norfolk í eini fráboðan.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í bretsku miðlunum.
Tað er bara ein persónur, sum kann siga Philip prinsi, at hann skal lata vera við at koyra bil... men torir drotningin tað? spyrja tey millum annað í The Daily Mail.
Málið hevur eisini ført til heitt kjak í Bretlandi um, nær koyrikortið skal takast frá eldri fólki.
Philip tók seg aftur frá almenninginum í 2017, men hann er javnan við liðina hjá drotningini til almenn tiltøk.
Fyrrverandi flotayvirmaðurin sigst hava góða heilsu, og journalistar, sum dekka kogshúsið, siga, at tað hevði komið illa við hjá honum, um hann misti koyrikortið.
Prinsurin sat við róðrið, tá Barack Obama og konan Michelle í 2016 vitjaðu Windsor Castle undir statsvitjan teirra í Bretlandi.
/ritzau/