Heita á bilførarar um at vísa heilt serligt varsemi

Mælt verður eisini til, at foreldrini fara út at læra børnini, hvussu tey skulu gera

Í næstu viku byrja skúlarnir aftur og tá verða heilt nógv børn at síggja á vegum og á gongubreytum tíðliga á morgni og seinnapartar. Harafturat eru tað eini 770 børn, sum fara í fyrsta flokk og sum sostatt ongar royndir hava av at ganga ímillum heim og skula.

 

Tí minna kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd, nú bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur, tí tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit ansa væl eftir.

 

Í ár fara 16 kommunur at heingja plakatir upp við skúlarnar, har tey heita á bilførarar um at koyra spakiliga og at ansa væl eftir. Tær 16 kommunurnar, eru Eiði, Eysturkommuna, Fuglafjørður, Hvalbiar Kommuna Klaksvíkar kommuna . Kvívík, Porkeri, Runavíkar Kommuna, Sjóvar Kommuna, Sunda Kommuna, Sørvágs Kommuna, Tórshavnar Kommuna , Tvøroyrar Kommuna, Vága Kommuna, Vágs Kommuna og Vestmanna kommuna.

 

Men tað er ikki nokk við plakatum og tí heitir Ráðið Fyri Ferðslutrygd eisini á foreldur um at fara út í ferðsluna við børnunum at læra tey, hvussu tey skulu bera seg at, og hvørjum tey skulu ansa eftir.

 

– Tá ið barnið fer í fyrsta flokk, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

 

Annars fáa øll børnini í fyrsta flokki ein súkkluhjálm og ein faldara við góðum ráðum, og í heyst fáa tey minstu børnini eisini endurskinsvest. Harumframt er tað eisini kravt, at børnini læra um ferðslu í skúlanum.