Heit velta í Kollafirði

Bjarni Petersen í Kollafirði hevur sett sær fyri at gagnnýta heitu kelduna í Kollafirð

 

Bjarni Petersen er farin at gagnnýta heitu kelduna í Kollafirði. Hann hevur lagt slangu í gjøgnum ryggirnar í eplaveltuni hjá sær, og á henda hátt leiðir hann hita frá kelduni til eplaveltuna.

 

Bjarni væntar at eplini fara at vaksa skjótt í hesum hitanum og hevur góðar vónir um at taka upp nýggj epli áðrenn ólavsøku.

 

Bjarni upplýsir, at tað renna 17 tons av vatni um tíman úr heitu kelduni. Vatnið er 27 hitastig, og bæði nøgd og hiti hava verið støðug seinasta hálva árið.