Heintaði børnini við dyrnar

Bussførarin á Leið 1 var tænastusinnaður, tá hann koyrdi av Hamrinum í dag kl. 12.53.

Bussførarin á Leið 1 var tænastusinnaður, tá hann koyrdi av Hamrinum í dag kl. 12.53.

 

Hendan fráferð er vanliga full av næmingum frá Skúlanum á Argjahamri, ið eru á veg heim úr skúla.

 

Í nógva vindinum, upp til 30 m/s, valdi bussførarin at seta bussin uttanfyri dyrnar á skúlanum heldur enn á vanliga stegðistaðnum niðri á Glyvursvegnum, sostatt sluppu børnini undan at vera tikin av hvirlum á veg oman til bussin.

 

Bussførarin sjálvur slapp so ikki inn í skúrin, har tey hvíla millum túrarnar, men valdi ístaðin at veita børnunum betri tænastu.