Heinina Joensen 80 ár

Týsdagin 24. mars fyllir Heinina Joensen í Sandavági 80 ár.

Hon var gift við Mouritsi Joensen í Sandavági, sum doyði í 1989. Síðan hevur hon livað einsamøll í húsi. Hon er røsk og klárar seg sjálvan.


Henni dámar væl at ganga túrar, eisini dámar henni ógvuliga væl at fara til fimleik/rørslu saman við eldri fólki í Vágum tvær ferðir um vikuna.


Hon hevur fýra børn, 12 barnabørn og 7 langommubørn. Henni dámar væl at vera saman við familjuni, hevur áhuga í hvussu vit hava tað. Vit hava havt stóra gleði av hennara hjálpsemi gjøgnum árini. Hon fylgir væl við í tí sum rørist í samfelagnum og serliga ítróttinum, eisini dámar henni væl at koma á møti og í kirkju. Børnini saman við øllum familjum teirra ynskja henni hjartaliga tillukku á 80 ára degnum og vit gleða okkum til hendan dag.


Føðingardagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum í Sandavági leygardagin 21.mars, har øll eru vælkomin at heilsa upp á hana.