Tað verður 35 ára gamli Bullguard-stjórin, sum verður nýggjur nevndarformaður fyri Føroya Tele Higar til hava føroyingar mest hoyrt til Heina sum føroyska stjóran í Bullguard, sum er ein KT-fyritøka við serkunnleika innan virus-verju.
Í stuttari viðmerkingar sigur Heini, at hann er fegin um álitið, sum er sýnt honum.
- Eg má siga, at eg eri bæði errin og fegin um, at landsstýriskvinnan hevur sýnt mær tað álit at verða nevndarformaður í Føroya Tele. Og eg fari so at gera mítt besta fyri at menna fyritøkuna, sigur Heini í stuttari viðmerking.










