Nú er kappingin Shark Atlantic liðug. Tað hevur viðrað illa til hemarafiskiskap í januar og februarmánaði, siga fyrireikararnir
Heini Weihe vann kappingina við einum hemara, ið vigaði 196 kg. Og fyri hendan fiskin vann hann eitt tíggjutúrakort við Atlantic Airways.
Nr 2 gjørdist Jóannes Gaard við einum hemara, ið vigaði 160 kg. Og fyri hendan fiskin vann hann ein Bjargingarbát frá Fønix.
Nr 3 varð Johan Simonsen við einum hemara, ið vigaði 117 kg. Og fyri hendan fiskin vann hann eitt gávubræv frá Jógvan Weihe
Kappingin gekk væl at byrja við. Tey fyrstu seks vikuskiftini vóru hendingarrík, har teir flestu luttakarnir upplivdu at berjast við hemara á tráðuni. Men sum vant vóru nógvir mistir.
- Annars hevur veðrið í januar og februar verið ógvuliga vánaligt, so tað hava verið fáir leygardagar, ið hava viðrað - og í heilatikið fáir fiskidagar í seinnu helvt av kappingini. Havi sjálvur verið nakrar túrar, men ongan fingið. Tó mistu vit tveir tann eina dagin, sigur Magni Blástein frá Fiskiferðum.
Tað var Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, ið handaði høvuðsvinningin , tíggjutúrakortið á rutunetinum hjá AA. Og Umboð fyri ávíkavist Fønix og Jógvan Weihe handaðu annan og triðja vinning, og var tað leygardagin.