Heini við í sigri

Heini Vatnsdal, sum kemur aftur til føroyskan fótbólt, var á vøllinum fyri Fremad Amager

Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá Fremad Amager í gjár vann 1-0 á Næstved Boldklub í næstbestu deildini hjá Danmark. Føroyski landsliðsspælarin hevur boðað frá, at hann væntandi vendur heim til føroyskan fótbólt í summar.

Fremad Amager hevur 31 stig og liggur mitt í stigatalvuni á 6. plássi, men tað eru bara fimm stig niður til Hvidovre IF, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni. Tað eru 17 stig upp til fyrsta plássið, har Vejle og Viljormur Davidsen liggja.

Vejle hevði møguleika at økja um 10-stigs leiðsluna fyrradagin, tá teir tóku móti Skive á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle. Talan gjørdist um ein heilkiksara, tí Vejle tapti 1-2 móti skibonittunum, og ein gyltur møguleiki at økja um frástøðuna til Fredericia og Viborg datt á gólvið. Skive var á odda 2-0 í steðginum.

Viljormur Davidsen fær ov sjáldan spælitíð fyri Vejle fyri tíðina, hóast hann hevur nógvar altjóða royndir, og hevur verið drúgvur fyri Vejle síðani 2013. Hesa ferð fekk føroyski vinstri bakkurin heldur onga spælitíð.

Rumenski venjarin hjá Vejle, Constantin Gâlcă sigur við lokalu miðlarnar í Vejle-økinum, at hann tekur fulla ábyrgd fyri tapinum. Leygardagin spælir Vejle móti Kolding á útivølli. Dysturin byrjar klokkan 12.

##med2##