Heini verjir Ph.D. ritgerðina seinnapartin

Seinnapartin fer Heini Winthereig Rasmussen, cand.polyt., at verja ph.d.-ritgerðina "Flow Through and Around a Group of Fish Farming Cages” á Fróðskapursetur Føroya.  Verkætlanini er øll gjørd á P/F Fiskaaling.

 

- Í verkætlanini eru nágreiniligar mátingar gjørdar av, hvussu rákið broytist, meðan tað ferðast ígjøgnum útgerðina á aliøkinum á Gulanum, sunnan fyri Argir. Síðan er roynt at endurskapa rákið við simuleringum við nýmentum teldumyndlum. Samanberingar eru eisini gjørdar við áður gjørdar mátingar í royndarbrunnumm, greiðir Granskingarráðið frá.

 

Fiskaaling sigur, at hetta arbeiðið er millum fyrstu royndir yvirhøvur at fremja slíkar simuleringar fyri eitt alibrúk í fullari vinnuligari stødd. Slíkir teldumyndlar eru hent amboð til at gera metingar av sjógóðskuni í einum alianleggi, og hvussu møgulig smitta verður flutt millum ringarnar.

 

- Samanberingarnar vísa, at rákið broytist munandi meira í veruleikanum, enn teldusimuleringar fyri ringar við ongum fiski í geva ábendigar um. Víst verður á, at orsøkir til hetta kann verða gróður á nótunum, og at nótin broytir skap orsakað av rákinum, umframt at laksurin kann hava stóra ávirkan á rákbroytingina, sigur Fiskaaling.

 

Niðurstøðan er tí, siga tey á Fiskaaling, at leggjast má upp fyri hesum fyribrigdum fyri neyvt at kunna greiða frá ráki og rákbroytingum í samband við teldusimuleringar.

 

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráði Føroya og P/F Fiskaaling. Vegleiðarar hava verið Knud Simonsen, granskingarleiðari hjá Fiskaaling, Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling og Pascal Klebert, granskari á SINTEF.

 

Í próvnevndini eru Bárður Niclasen, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, Odd Magnus Faltinsen, professari á Norges Tekniske og Naturvitenskapelige Unversitet (NTNU) og David Fredriksson, professari á US Naval Academy, New Hampshire, USA.

 

- Ritgerðin er til skjals alment á Landsbókasavninum. Høvuðsbulurin í ritgerðini er longu almannakunngjørdur í trimum greinum í altjóða vísindatíðarritum, sum fyrr eru umtalaðar á heimasíðuni hjá stovninum, siga tey á Fiskaaling.

 

Verjan verður klokkan 13 á Vinnuháskúlanum.