Heini verður møguliga revsaður

Hvøssu atfinningarnar hjá VÍF-leikaranum ímóti føroysku hondbóltsdómarunum fáa møguliga avleiðingar.

Eftir bólkaspælsdystin í steypakappingini ímillum KÍF og VÍF hin 29. januar, sum KÍF vann 27-23, var Heini Hanusarson hjá VÍF alt annað enn nøgdur við dómaraavrikið í dystinum.

 

Les eisini: Heini Hanusarson: Dømingin hjálpti KÍF

 

Í samrøðu við Rás2 eftir dystin segði Heini Hanusarson millum annað soleiðis: - Eg eri hamrandi troyttur av, at mann skal halda eina hond yvir teir fáu dómararnar, sum vit hava, tí at teir eru so fittir. Og um mann sigur tað, sum mann heldur, so rýma teir, og so hava vit ongar dómarar. Eg trúgvi ikki, at dómararnir brúka meira enn ein tíma upp á hetta her um vikuna. Vit leikarar brúka kanska 20, segði Heini Hanusarson.

 

Hesar hvøssu atfinningar førdu við sær, at dómarafelagið hjá føroyskum hondbóltsdómarum kærdi Heina Hanusarson til aganevndina í HSF. Formaðurin í føroyska dómarafelagnum, Karstin Joensen, segði soleiðis í Sosialinum 1. februar:

 

- Nógv av tí, sum Heini sigur, er beinleiðis lygn. Millum annað sigur hann, at dómararnir brúka ein tíma upp á yrkið um vikuna, men so seint sum í síðstu viku vóru dómararnir á skeiði í meira enn fýra tímar. Eg kann vátta, at Dómarafelagið hevur latið eina kæru inn til aganevndina í HSF, sum vónandi verður tikin upp. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til málið, áðrenn nakar endaligur útskurður er komin burturúr kæruni, segði Karstin Joensen í viðmerking við Sosialin tann 1. februar.

 

Ári Rouch úr Hondbóltssambandi Føroya sigur í viðmerking við in.fo, at avgerð verður tikin í málinum fríggjadagin.