Heini Joensen er settur fyribilsstjóri í Eik til Súni Schwartz Jacobsen tekur við starvinum sum stjóri í Eik. Súni Schwartz Jacobsen tekur við stjórastarvinum í Eik Banka Føroya 25. mai 2011.
Heini Joensen er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur drúgvar royndir innan fíggjarstýring og bankavirksemi, og er fíggjarstjóri í TF Holding P/F.










