Høvuðsvenjarin hjá AC Horsens, Bo Henriksen valdi at hvíla Hallur Hansson og aðrar stuðulsleikarar hjá AC Horsens til dystin móti Thisted FC í donsku steypakappingini í kvøld. Thisted spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
AC Horsens vann 2-1 í Thisted. Leingi sá út til, at dysturin fór til longda leiktíð, men stutt undan leikloki fekk AC Horsens skorað sigursmálið.
Thisted FC – AC Horsens 1-2 (0-1)
0-1 Ayo Simon Okosun (6.)
1-1 Laurits Bust Sørensen (66.)
1-2 Louka Prip (89.)
Í komandi umfari, ið er í áttandapartsfinalunum er føroyingauppgerð í vænti.
Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens taka móti Fremad Amager, ið hevur havt Heina Vatnsdal millum teir fyrstu 11 í longri tíð.
AC Horsens verður favorittur í uppgerðini, men í undanfarna umfari koppaði Fremad Amager verandi steypavinnarunum, FC Midtjylland við einum 1-0 sigri á leikvøllinum í Sundby á Amager, so amagerkanarnir verða ikki lættir at syfta hjá AC Horsens.
So er at vóna, at talan verður um eina føroyingauppgerð frá dystarbyrjan tá.
Dysturin millum AC Horsens og Fremad Amager er settur til at verða 6. november.
1/8 finalur:
30.10.2019 -- Viby IF – Randers FC
30.10.2019 -- Brøndby IF – SønderjyskE
30.10.2019 -- Silkeborg – FC Fredericia
30.10.2019 -- HB Køge – AaB
31.10.2019 -- FC København – Vendsyssel FF/FC Nordsjaelland
31.10.2019 -- AGF – OB
06.11.2019 -- AC Horsens – Fremad Amager
06.11.2019 -- AB – Esbjerg fB











