Føroyar skulu í annaðkvøld spæla móti Póllandi í Warszawa, men tað verður uttan Heina Vatnsdal. Fótbóltssambandið boðar frá, at miðverjin er skaddur og spælir ikki komandi vikurnar.
– Tíverri er Heini Vatnsdal skaddur. Eitt bein í fótinum er brotið, og hann verður tískil ikki tøkur næstu vikurnar. Annars eru allir spælararnir væl fyri, sigur landsliðslæknin, Elmar Ósá við heimasíðuna hjá FSF.
Hetta kemur eisini illa við hjá KÍ, sum komandi vikurnar skal spæla í bólkaspælinum í UEFA Conference League. Portalurin skrivar, at Heini Vatnsdal væntast úti í upp til átta vikur og verður tí ikki við trimum teimum fyrstu dystunum í bólkaspælinum.