Fremad Amager vann í dag týdningarmiklan botndyst móti Brabrand í næstbestu deildini í Danmark. Heini Vatnsdal skoraði avgerandi málið í 2-1 sigrinum. Vágbingurin byrjaði inni.
Fremad Amager liggur ein pláss røttumegin niðurflytingarstrikuna, men við sigrinum er frástøðan niður til júst Brabrand heili 10 stig. Tí er líkt til, at Fremad Amager við Heina Vatnsdal yvirliva.
Fremad Amager hevur eisini Finn Justinussen á lønarlistanum, men hann er útleigaður til Næstved í triðbestu deildini.










