Heini Vatnsdal aftur á landsliðnum

10 leikarar eru fyribils úttiknir til landsdystin móti Liktinstein

Mánadagin 28. mars, sum er 2. páskadagur, skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Liktinstein tekur ímóti í venjingardysti á Marbella Football Stadion í Spania.

Lars Olsen, landsliðsvenjari fer at úttaka 20 spælarar til dystin, og í dag hevur venjarin sett navn á teir fyrstu tíggju. Í hesum føri er talan um leikarar, ið spæla uttan fyri landoddarnar, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Gunnar Nielsen, FH Reykjavík (Ísland)

Sonni Ragnar Nattestad, FH Reykjavík (Ísland)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Gilli Rólantsson, AaB Ålborg (Danmark)

Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (Danmark)

Kaj Leo í Bartalsstovu, Dinamo Bukarest (Rumenia)

Hallur Hansson, Vendsyssel FF (Danmark)

Brandur H. Olsen, Vendsyssel FF (Danmark)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)

Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (Danmark)