Best gekst hjá Heina Hátún, sum vann kappingina í opna bólkinum fyri veteranar. Hartil vann Búgvi Poulsen silvur í lættvektsbólkinum hjá veteranunum, umframt at Súsanna Skylv Sørensen vann bronsu í lættvekt hjá kvinnum. Har skuldi Katrin Olsen eisini taka lut, men hon gjørdist sjúk undan kappingini.
Føroysku luttakarar, sum tóku lut í kappingini, stóðu seg sum heild væl, og úrslitini vóru hesi:
Gerda Hansen nr. 13 av 22 við tíðini 4.23,5
Lis Elin Nielsen nr. 6 av 13 við tiðini 8.07,0
Súsanna Skylv Sørensen nr. 3 av 5 við tíðini 7.18,2
Karl Danielsen nr. 11 av 19 við tíðini 6.31,1
Beinir Danielsen nr. 13 av 19 við tíðuni 6.33,0
Lars Abrahamsen nr. 8 av 15 við tíðini 6.25,2
Sigurd Nordendal nr. 13 av 15 við tíðini 6.38,4
Búgvi Poulsen nr. 2 av 6 við tíðini 6.28,2
Uni Oknadal nr. 5 av 6 við tíðuni 6.46,2
Heini Hátún nr. 1 av 13 við tíðini 6.12,1