Við einum hemara, ið vigaði 150 kilo, vann Heini Weihe hemarakappingina, sum skipað var fyri í november mánað. Shark Atlantic 2009 er nú av, og vinnararnir funnir.
Størsta hemaran fekk Heini Weihe. Hann fekk ein hemara, ið vigaði 150 kilo.
Annað og triðja plássið fór Jóanes Gaard við. Hann fekk tveir hemarar, ið vigaðu ávikavist 62 kilo og 48 kilo.
Fyri fyrsta plássið fekk Heini Weihe eina Shimano Tiagra 50 trolling tráða Eitt Shimano Tiagra 30 spæl. 500 metrar flættað lína (til hemara). Ein flótidrakt. Samlað virði uml. kr. 10.000,-
Jóanes Gaard fekk ein Lorenz compact X7 - 7? Gps/litkortplottari. Virði kr. 7.200,-
Fyri triðja plássið fekk hann 5.000 krónur frá Tryggingarfelagnum Føroyar.










