Eftir fimm ár og 125 dystir fyri Fremas Amager takkar Heini Vatnsdal fyri seg. Sum In.fo hevur skrivað fyrr, so røkist alt fyri at Heini Vatnsdal verður nýggjur maður í hópinum hjá KÍ undan 27. juli, tá flytingarvindeygað letur aftur. Í dag hevur Heini Vatnsdal sagt farvæl við Framad Amager og minnist aftir á fimm góð ár.
- Hesi fimm árini hava gingið avbera skjótt. Felagið hevur verið mítt annað heim og eg havi elskað at verið her. Hetta hevur ein serliga týdning fyri meg. Eg minnist væl, tá vit fingu kips tvær ferðir um vikuna í gamla felagshúsinum eftir venjing. Tað er hent ótrúliga nógv í hesi tíðini eg havi verið her, og eg taki nógv góð minnir við mær, sigur Heini Vatnsdal í samrøðu við Fremad Amager.
- Í dag er felagið í einum heilt øðrum stað. Tað eru krøv til mat frá kropsligum venjara, eitt størri venjaratoymi og fleiri ymiskir kulturar í hópinum. Tað hevur verið sera áhugavert og eg havi longt sáttmálan nakrar ferðir í míni tíð her, sigur Heini Vatnsdal, ið eisini sendir venjarum, leiðsluni og hjárparfólkum eina tøkk.
##med2##
Hann segði fyri einum mánaði síðani í samrøðu in.fo, at hann flytur heim saman við familjuni og ætlar at spæla fótbólt. Nú er tað eisini alment frá Fremas Amager at føroyski landsliðsspælarin ikki heldur fram í felagnum, hóast hann hevur sáttmála.
- Tað er við sorg, at vit mugu boða frá at okkara jarnmaður í verjuni leygardagin spælir sín seinasta dyst fyri Fremad Amager. Eftir at hann hevur fingið familju hevur dreymurin verið at flyta aftur til Føroya. Líka mikið hvussu nógv hetta pínir okkum, so hava vit stóra virðing fyri avgerðini hjá okkara miðverja, ið hevur tænt felagnum so væl, skrivar felagið á Facebook.
##med3##
In.fo hevur fyri langari tíð síðani gitt, at Heini Vatnsdal endar í KÍ. Alt bendir eisini á, at landsliðsspælarin skal spæla sínar heimadystir við Djúpumýru í Klaksvík komandi tíðina.
- Tann seinasta og størsta tøkkin fer til viðhaldsfólkini. Stuðulin frá teimum hevur altíð verið positivur, og eg havi altíð rindað aftur við at geva meg alt eg klári á vøllinum. Serliga komi eg at sakna dystirnar á Sundby. Eg havi spælt yvir 70 dystir har. Tað er við sorgblídni, at eg takki fyri meg í felagnum og í Danmark. Nú byrjar ein nýggjur kapittul í okkara lívi og vit gleða okkum til at verða saman við familjuni í Føroyum. Túsund takk til øll í og kring felagið fyri eina fantastiska tíð, sigur Heini Vatnsdal at enda.
##med4##
KÍ spælir mánadagin móti NSÍ í Runavík. Heini Vatnsdal spælir sín seinasta dyst fyri Fremas Amager leygardagin.