Heini tryggjaði Helsingør

Danskir miðlar rósa føroyska Heina Hanusarson fyri avrikið, sum hann leygardagin vísti í dystinum ímóti Lemvig. Avleiðingin undan dystinum var einføld: tapandi liðið skuldi leika í næstbestu deildini komandi kappingarár. Tíbetur tilfall hetta ikki Helsingør, tí tað vóru teir, ið vunnu dystin 25-23. Dysturin var ongantíð serliga væl leiktur, men við Heina Hanusarson á odda dróg Helsingør frá við støðuni 22-22. Heini skoraði heili 9 mál.
Yvirlivingin í bestu deildini er møguliga bara fyribils, tí Helsingør skal seinni spæla um niðurflyting. Mótstøðuliðið er ikki funnið enn.