Heini toppskjútti – men tapti kortini

Hóast Ajax Keypmannahavn royndi sítt besta, tapti liðið hjá Heina Hanusarson í gjár ein týðandi dyst í botnstríðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini. – Nú mugu undur henda, skulu vit verða verandi í deildini, sigur venjarin hjá Heina, Christian Dalmose

Heini Hanusarson, sum síðstu vikuna hevur verið við føroyska manslandsliðnum til teir báðar dystirnar ímóti Sveis í EM-undankappingini, gjørdist toppskjútti hjá Ajax við sjey málum, tá liðið seinnapartin í gjár framman fyri 550 áskoðarum í Bavnehøj-høllini spældi ímóti Nordsjælland Håndbold.

Tað munaði bara ov lítið, tí liðið hjá Heina og teimum tapti 22-27 fyri Nordsjælland, sum var á odda 13-11 í hálvleikinum. Eftir dystin ljóðaði venjarin hjá Ajax Keypmannahavn, Christian Dalmose, sera uppgevandi, tá hann var biðin um at taka samanum:

– Vit taka nakrar skeivar avgerðir og eru ov ótolnir í álopinum. Vit eru ikki nóg klókir og dugnaligir og verða revsaðir av Nordsjælland. Nú skulu undur henda, um vit skulu verða verandi í deildini, segði hann við TV2 Sport, sum vísti dystin beinleiðis.

 

Fullu ímóti endanum

Kravið í gjár var ein sigur, men soleiðis skuldi ikki ganga. Dysturin var heldur ikki frammanundan roknaður sum nøkur løtt uppgáva, tí mótstøðuliðið, Nordsjælland Håndbold, stríðist av øllum alvi við GOG um at fáa tað síðsta plássið í endaspælinum og mátti tí eisini vinna dystin fyri at røkka sínum máli.

Heini og teir komu betur frá byrjan, og tað tók eitt sindur av tíð hjá Nordsjælland at bróta seg ígjøgnum livandi verjuna hjá Ajax, sum eitt skifti var fimm mál á odda. Men Nordsjælland stríddi seg stútt og støðugt inn í dystin, og longu í hálvleikssteðginum var leiðslan hjá Ajax burturi.

Hinvegin var ikki leyst og liðugt fyri tað, tí dysturin varð ikki avgjørdur fyrr enn síðstu 10 minuttirnar. Tá hevði Ajax enn eina ferð vunnið seg framum við trimum málum og skuldi havt møguleikar at vunnið tey bæði sera týðandi stigini. Men í staðin kom Nordsjælland fyri seg aftur og vann.

Ímóti endanum skramblaði alt saman hjá Ajax, og tí endaði tað við einum heldur størri tapi, enn dysturin annars rættvísgjørdi. Størsta orsøkin var, at Ajax misbrúkti alt ov nógvar málkjansir, og prísurin fyri tað sær nú alt meira út til at vera ein tilvera í næstubestu deildini næsta kappingarár.

 

Harðar treytir

Annars hevur spælið hjá Ajax síðstu tíðina verið í stórari framgongd, og bæði ímóti FC Keypmannahavn, GOG, Kolding og Skjern hevur liðið hjá Heina Hanusarson spælt sera væl, men hevur tó ikki fingið úrslitini við sær.

Nú kappingarendin nærkast, er støðan tann, at Ajax Keypmannahavn framvegis er aftast í CBB Mobil-liguni við fimm stigum, sum eru trý færri enn TMS Ringsted, sum hevur tríggjar dystir eftir, meðan Ajax bara hevur tveir dystir eftir.

Annar er á útivølli ímóti Århus GF og hin á heimavølli ímóti Team Tvis Holstebro. Men Ajax skal altso hava trý stig burtur úr hesum báðum dystunum, samstundis sum TMS Ringsted einki stig skal hava aftrat. Megnar Ajax hetta, so eru trý stig altso nóg mikið, tí liðið stendur betur í tí, tá tað kemur til innanhýsis uppgerðirnar við TMS.