Heini O. Heinesen heitir í kvøld á fólk um at stuðla sær, so hann sleppur á listan hjá Tjóðveldinum. Fundur verður á Fortuna í Klaksvík í kvøld, og har verður gjørt av, um elsti maður á tingi verður vrakaður ella ikki. Á fyrra fundinum hjá Norðoya Tjóðveldisfelag slapp Heini O. Heinesen ikki á listan. Hann hevur annars umboðað Tjóðveldisflokkin á tingi síðani 1984 - burtursæð frá 2004-08.
Í almennari áheitan í kvøld heitir hann á fólk, sum stuðla sær, um at koma á fund á Fortuna í kvøld.
»Eg vil heita á tey tjóðveldisfólkini, sum stuðla mær, um at koma á fund á Fortuna í kvøld 15. mars kl 20, so eg aftur kann sleppa á listan.
Tey sum kenna meg, vita, at fiskivinnan og fullveldi eru míni hjartamál, og tey kunnu líta á, at eg av øllum alvi fari at arbeiða fyri landi og fólki«, sigur Heini O. Heinesen.
Hann hevur eisini eitt videoklipp á Youtube við áheitanini: Trýst her fyri at síggja Heina á Youtube










