Heini tilnevndur danska heiðursløn

Millum donsku íverksetaraprísirnar er ein, nevndur »Årets Vovehals«, og millum teir tilnevndu í tí bólkinum er føroyski Heini Zachariassen.

Í grundgevingini til tilnevningina verður sagt:

»Heini Zachariassen hevur við Vivino skapt eina altjóða sukse. Vivino app, sum er downloadað fleiri enn 400.000 ferðir, kennir aftur myndir av vínetikettum og bjóðar brúkaranum eina leiting í einari umfatandi databasu við upplýsingum og ummælum av vínum frá meiri enn 15.000 víngarðum á heimsstigi. Heini Zachariassen kundi annars sett seg upp afturá í starvinum sum stjóri í KT-fyritøkuni, Bullguard, tá felagið vakst munandi í 2008, men í staðin legði hann seg í selarnar og nýtti sína orku og sítt talent fyri íverksetan í fyritøkuna Vivino«.

Atkvøðugreiðslan fer fram frá 1. til 25. november og heiðurslønaveitslar verður 4. desember.

Meira sæst við at trýsta her