Heini tapti

Seks mál frá føroyska Heini Hanusarson var ikki nokk til at steðga Skjern, tá ið liðini brustu saman í Helsingør arena í gjárkvøldið frammanfyri á leið 1000 áskoðarum.

Heini Hanusarson og hansara liðfelagar taptu nevniliga dystin 29-23 ímóti fyrrverandi toppliðnum í donskum hondbólti, Skjern. Sjálvt um tað ikki hevur gingið heilt eftir vild hjá Skjern í ár, sum liggur á einum 7. plássi, so høvdu teir ikki stórvegis trupulleikar við at basa Helsingør. Liðið hjá Heina liggur enn í botninum og berjist fyri at yvirliva. Teir liggja í løtuni næstaftast við seks stigum.