Upptakt
Fyri seinastu ferð í ár skal HB spæla fyri heimaáskoðarum, og stendur tað upp til leikararnar, so skal hetta gerast við manér.
- Gullið er sjálvandi komið til høldar, men fyri tað ætla vit ikki at gevast við at spæla. Tað vildi eisini tikið nakað av glansinum av tí heila, um vit nú fara niður í gear til seinastu dystirnar, so tað hava vit ongar ætlarnir um, sigur Jákup á Borg.
Jákup var sjálvur í álopinum, tá HB var í Klaksvík seinast, og tað er ikki óhugsandi, at hetta eisini verður leiklutur hansara hesaferð.
Í øllum førum hevur Heine Fernandez boðað frá, at hann ikki fer á vøllin meira í ár, men at hann heldur vil geva øðrum leikarum møguleika at vísa sítt virði.
HB hevur annars at kalla alt fólkið tókt. Undantakið er Vagnur Mohr Mortensen, sum fekk reytt kort í dystinum í Klaksvík. Har er Hallur Danielsen helst upplagdur avloysari, og hóast hann hevur havt onkrar smávegis trupulleikar í vikuni, so varð roknað fyri vist, at hann fer at verða tøkur til dystin.
Nógv frávera
Hjá GÍ stendur hinvegin einki til. Eitt er, at talan á pappírinum er um helst truplasta dystin á árinum, men hartil er liðið eisini ógvuliga skert til dystin.
Krzystof Popczynski, Poul Henning Jacobsen og Atli Gregersen eru allir leikbannaðir, og tað hevur við sær, at farast má á triðjudeildarliðið eftir fólki. Avgjørt ikki ein støða, sum tey í Gøtu eru so fegin um, tí næstbesta liðið hevur sunnudagin sera avgerandi dyst móti HB. Tvey stig eru millum tey bæði liðini í oddinum í triðju deild, so alt bendir á, at vinnarin av teirri uppgerðini vinnur sær rætt til beinleiðis uppflyting.