Heini sleppur ikki á landsliðið í ár

Heini Hanusarson hevur nú fingið longt leikbann frá Hondbóltssambandinum. Størsti profilurin á føroyska hondbóltslandsliðnum sleppur ikki at spæla við restina av EM-undankappingini

Hondbóltur

 

Dimmalætting skrivaði fríggjadagin, at Hondbóltssambandið og landsliðsvenjarin hjá monnum, Dia Midjord, hava tikið avgerð um, at Heini Hanusarson ikki verður partur av manslandsliðnum í ár.

Efitr útidystin móti Bosnia í fjør fingu sjey spælarar innanhýsis leikbann, og longu móti Russlandi og Italia sat Heini sítt leikbann av. Men hetta er eftir øllum at døma ikki nógv mikið.

- Heini var ein av høvuðsmonnunum í tí, sum hendi í Sarajevo, og ferðalagið kennist ikki við tær frágreiðingar, sum hann hevur givið í fjølmiðlunum. Venjararnir hava tí tikið avgerð um, at hann ikki verður partur av hópinum restina av árinum, og sum starvsnevnd er tað okkara lutur at fráboða hesum. Og tað er ein avgerð, sum vit eisini standa við, segði formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, við Útvarpið sunnudagin.

- Tað eru nakrir reglar, sum ein landsliðsspælari má geva seg undir. Og kunnu spælarar ikki taka undir við hesum, so kunnu teir ikki vera partur av landsliðnum, og longur enn tað er søgan ikki. Hinir seks spælararnir, sum hava fingið leikbann, hava allir verið hjá venjaranum við umbering, men tað hevur Heini Hanusarson ikki, sigur Kristian Johansen.

Sjálvur sigur Heini Hanusarson, at hann framvegis hevur hug at spæla á landsliðnum.