U21-landsliðsleikarin, Heini Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í Thisted spældu í dag dyst á útivølli móti Middelfart í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Middelfart vann dystin 3-2. Lucas Agesen legði Thisted á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men so svaraði heimaliðið aftur við at skjóta trý mál upp á 19 minuttir.
Tað eydnaðist Heina at minka um munin til 3-2, men nærri kom Thisted ikki.
Thisted er triðaftast í deildini við 17 stigum fyri 15 dystir. Thisted hevur tó bert tvey stig upp til Frem, ið hevur 19 stig á sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Komandi leygardag klokkan 14.30 spælir Thisted seinasta dystin undan vetrarsteðginum, tá AB kemur á vitjan á Sparekassen Thy Arena.
##med2##