Heini og teir taptu

Sunnudagin spældi Helsingør Elite 3000 týðandi dyst í bestu mansdeildini í hondbólti í Danmark. Heini Hanusarson er ein av spælarunum á liðnum, og seinasta vikuskiftið var hann toppskjútti. Hesaferð gekk ikki heilt so væl, tí Heini skoraði bert eitt mál í dystinum. Helsingør og Ajax verða bæði roknað sum kandidatar til at flyta niður, og tí var tað eitt vónbror fyri Helsingør at tapa tætta dystin 26-25.