Jógvan á Lakjuni
???????????????
Formaðurin í Vinnunevndini hjá løgtinginum, Heini O. Heinesen, hevur í seinastuni fleiri ferðir í bløðunum og nú fríggjakvøldið í útvarpinum viðgjørt uppskotið um postvirksemi, sum ikki kom aftur úr Vinnunevndini, áðrenn tingið fór til hús. Av tí at Heini fer sera lætt um sannleikan og bara hevur hug at geva fólkafloksumboðunum í Vinnunevndini ? og kanska serliga mær ? skuldina fyri, at málið ikki kom aftur í tingið, kenni eg meg noyddan til at gera hesar fáu viðmerkingar.
Vinnunevndin fekk málið eftir 1. viðgerð í tinginum 1. feb. Tingið hevði sín síðsta fund 4. mai, og tað vil siga tað sama sum, at málið lá í nevndini í samfullar 3 mánaðir. Á fundum í nevndini 15. og 22. feb. vóru innkallingar í samband við málið, har m.a. Postfelagið og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru og greiddu frá sínum sjónarmiðum. Eftir tað bleiv málið stórt sæð ikki viðgjørt. Hetta kann ein og hvør síggja við at hyggja í gerðabøkurnar hjá Vinnunevndini, sum eisini liggja á internetinum. Tað stóð á skránni til fleiri fundir, men er ikki viðgjørt, bara leysliga umrøtt eina ella tvær ferðir. Hví málið ikki bleiv viðgjørt, skal eg ikki fara at útgreina her, men tað var heilt týðiligt, at formaðurin ongan hug hevði at viðgera tað.
Ikki fyrrenn í tí vikuni, sum tingsetan skuldi enda, kom málið aftur á borðið, men nú var eingin tíð at viðgera tað. Eisini vóru fleiri spurningar, sum ikki vóru nóg væl greiddir. M.a. var komið fram, at fór málið ígjøgnum, sum tað var orðað, so fór tað at hava við sær, at posthús fóru at verða niðurløgd nógvastaðni, eisini á stórum plássum sum Toftum, Leirvík og Fuglafirði. Um nakað var í hesum, fingu vit ongantíð uppklárað, men sjálvandi kundi eg undir ongum umstøðum góðtaka hetta, og tí vildi eg ? og tað vóru fleiri við mær ? hava eina orðing inni í lógina, sum tryggjaði, at hetta ikki hendi. Tað vísti seg, at tíðin bleiv ov stutt til at gera eina skilagóða orðing, og menn vóru eisini ivasamir um onnur ting í sambandi við lógina. M. a. tí fór málið ikki aftur í tingið!
Eg haldi, at Heini O. Heinesen skal lata vera við at geva øðrum enn sær sjálvum skuldina fyri, at málið ikki kom aftur í tingið. Heini er formaður í vinnunevndini, og tað er hann, sum avger, hvørji mál verða sett á skránna og nær. Hann kundi hesar 3 mánaðirnar, málið lá í Vinnunevndini, havt prioterað tað hægri og viðgjørt tað gjøllari. So høvdu vit allarhelst havt funnið eina loysn.