Aftaná sjey umfør er Fremad Amager við Christian Lamhauge Holst og Heina Vatnsdal í hópinum oddalið í triðbestu donsku deildini, bólki 2.
Oddastøðan var staðfest við einum 2-0 útisigri ímóti Næsby. Støðan í steðginum var 1-0 til Fremad Amager. Í dag gjørdist Nicolas Mortensen stóra hetjan hjá Fremad Amager við tveimum málum.
Fremad Amager er á odda í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, bólki 2 við 14 stigum. Frem er nummar tvey við 12 stigum.
Komandi umfar tekur Fremad Amager ímóti Næsby á heimavølli.










