Tveir teir farnu sunnudagarnar hevur liðið hjá føroyska Heina Hanusarson, Helsingør, leikt upp- og niðurflytingardyst ímóti HF Mors. Hetta var avleiðing av at Helsingør endaði á næstaftasta plássi í bestu deildini. Helsingør tapti dystin, og megnaði tí ikki at halda seg í bestu deildini. Fyrri dysturin endaði 32-31 til HF Mors, meðan sama liðið við einum tryggum 31-24 sigri í seinna dystinum kann gleðast yvir, at teir komandi kappingarár leika í bestu deildini. Heini Hanusarson hevur annars havt eitt stak gott kappingarár í felagnum, har hann fleiri ferðir hevur verið toppskjútti á liðnum.