Heini og Fremad Amager taptu oddadyst

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager kunnu enn røkka triðja plássinum, ið gevur rætt til uppflytingardystir

 

 

Heini Vatnsdal kom á vøllin fyri Fremad Amager tá ein hálvur tími var farin av oddadystinum millum Frema Amager og Silkeborg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Tá var støðan javnleikur 2-2 á leikvøllinum í Sundby. Løtu seinni kom Fremad Amager á odda 3-2, men Silkeborg svaraði aftur tvær ferðir og vann at enda 4-3. 

Fremad Amager-Silkeborg 3-4 (2-1)

7' 0-1 Ronnie Schwartz

8' 1-1 Lukas Engel

39' 2-1 Lucas Ohlander

60' 2-2 Ronnie Schwartz

64' 3-2 Samson Iyede

68' 3-3 Jeppe Okkels

88' 3-4 Stephan Petersen

Støðan undan seinasta umfarinum komandi sunnudag er hendan:

NRLiðDystirVJTMálmunur
1 Silkeborg32177858 - 4158 stig
2 Viborg32169757 - 3757 stig
3 Fremad Amager321311842- 4150 stig
4 Lyngby321471149 - 4649 stig
5 Næstved321310942 - 3949 stig
6 Fredericia321441449 - 4546 stig
7 Nykøbing FC321291144 - 4545
8 HB Køge321191249 - 4642
9 FC Roskilde32981556 - 6335
10 Hvidovre32971637 - 4734
11 FC Helsingør326131334 - 4131
12 Thisted32781734 - 6029

 

Komandi sunnudag spælir Fremad Amager á útivølli móti Viborg. Megnar Fremad Amager at halda seg á triðja plássinum sleppa teir at spæla upp- og niðurflytingardystir.