Heini og Finnur knústu liðið hjá Juliani

Fremad Amager við Heina Vatnsdal og Finni Justinussen vann stórsigur á Svendborg

Grundspælið í donsku 2. deild - triðbestu deildini - er liðugt, og Fremad Amager hevur vunnið seg væl og virðiliga víðari til uppflytingarspælið, sum verður komandi vár.

 

Bæði Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen vóru á vøllinum frá byrjan, tá Fremad Amager vann ein knúsandi 4-0 sigur á liðnum, sum Julian Johnsson venur, Svendborg. Støðan í steðginum var 3-0. Nicolas Mortensen skeyt tvey mál, meðan Johannes Blak Madsen og Malte Meier Carlsen syrgdu fyri hinum báðum málunum.

 

Christian Lamhauge Holst var ikki við Fremad Amager í dag.

 

Fremad Amager tekur 10 stig við sær í uppflytingarspæli. Fýra tey bestu liðini í hvørjum av teimum trimum bólkunum í 2. deild taka innanhýsis stigini við sær til uppflytingarspælið.

 

Støðan í uppflytingarbólkinum, sum spælir komandi vár sær soleiðis út :

 

Brabrand 6 dystir – 13 stig – málmunur 12-9

Frem 6 dystir – 11 stig – málmunur 8-6

Thisted 6 dystir – 10 stig – málmunur 14-8

Fremad Amager 6 dystir – 10 stig – málmunur 10-10

HIK 6 dystir – 9 stig – málmunur 3-3

AB 6 dystir – 8 stig – málmunur 4-4

Hvidovre 6 dystir – 7 stig – málmunur 4-3

Brønshøj 6 dystir – 7 stig – málmunur 6-7

Marienlyst 6 dystir – 6 stig – málmunur 12-13

Aarhus Fremad 6 dystir – 6 stig – málmunur 8-11

Middelfart 6 dystir – 6 stig – málmunur 8-14

Nykøbing 6 dystir – 5 stig – málmunure 9-10