Heini O.Heinesen: Ongin loysn at slíta samgonguna

? Okkara fremsta uppgáva verður nú at forða fyri, at ein nýggj avtala verður gjørd við danir, har Føroyar ikki fáa fullveldi, sigur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi

 

Fullveldi


?Tað er ongin loysn at slíta samgonguna. Tað verður ikki nýval kortini.

Heini O.Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi, sigur, at flokkurin fer ikki at slíta samgonguna, hóast niðurstøðan er, at Fólkaflokkurin hevur grovliga brotið tær avtalur sum eru gjørdar um fullveldistilgongdina.

Hóast samgongan hevð gjørt av, at fólkaatkvøða skuldi vera um fullveldistilgongdina tann 26. mai, hevur fólkaflokkurin nú givið eftir fyri trýstinum frá donsku stjórnini og hevur boðað frá, at hann vil ikki hava eina fólkaatkvøðu.

Ístaðin hevur fólkaflokkurin lagt eitt nýtt uppskot fyri samgonguna um eina skipan ímillum Føroyar og Danmark,sum líkist rættiliga nógv uppskotinum hjá javnaðarflokkinum.

? Tað uppskotið er uppaftur verri enn heimastýrislógin, tí sambært tí, skal skal Løgtingið viðurkenna danskan yvirvaldsrætt í Føroyum, sigur Heini O. Heinesen.

Hann sipar serliga til punkt tvey í uppskotinum hjá fólkaflokkinum, sum sigur, at øll málsøki, uttan tey, ið eru tengd at yvirvaldsrætti ríkisins, skulu kunna yvirtakast uttan samráðingar.

(Vit prenta nýggja uppskotið frá fólkaflokkinum aðrastaðni í blaðnum).

? Tí kann tjóðveldisflokkurin ikki góðtaka uppskotið, tí hetta er tað sama sum at staðfesta yvirvald ríkisins og tað fer tjóðveldisflokkurin aldrin at gera

Hann sigur, at Tjóveldisflokkurin er ikki sørt skelkaður av, at Fólkaflokkurin skuldi fremja eitt so stórt brot av avtalurnar, sum eru gjørdar.

? Vanlukkan er, at vit hava fráboðað eina fólkaatkvøðu. Tí er tað ómetaliga óheppið, at Løgmaður nú vísir veikleikar alment, og bakkar.

Men tað skilst á Heina O. Heinesen, at tjóðveldisflokkurin ætlar sær ikki úr samgonguni kortini.

?Løgmaður hevur gjørt greitt, at tað verður ikki val nú, hóast samgongan skrædnar. Okkara fremsta uppgáva verður tí at forða fyri, at føroyingar ikki gera eina avtalu við danir, har vit siga yvirvaldsrættin frá okkum og lima okkum inn í danska ríkið.

? Tað hevði verið ein loysn, sum vit undir ongum umstøðum høvdu kunnað góðtikið.

Sostatt vil tjóðveldisflokkurin av øllum alvi royna at forða fyri, at avleiðingin av øllum hesum verður, at samgongan verður umskipað so at javnaðarflokkurin kemur upp í hana, ístaðin fyri tjóðveldisflokkin.

? Hendir tað, verður uttan iva ein avtala gjørd við danir innanfyri ríkisfelagsskapin og so er sjálvstýrismálið tapt í langa, langa tíð framyvir, sigur formaðurin í tjóðveldisflokkinum í tingi.

? Tí er tað avgjørt ongin loysn hjá okkum at fara úr samgonguni, tí so koma vit at sita í andstøðu ? og har fáa vit so slett onki gjørt, leggur hann afturat.

Hann sigur, at hevði Løgmaður tikið avleiðingarnar av einum samgongusliti og hevði útskrivað løgtingsval, hevði støðan verið øðrvísi. Tað hevði verið ærligari av Løgmanni at viðgingið, at Fólkaflokkurin tekur ikki undir við fullveldinum.