Heini O. Heinesen: Nú ræðast teir sítt egna barn

Formaður tjóðveldisfloksins á tingi heldur, at Løgtingið má fáa eina frágreiðing uppá, hví Vágatunnilin er 17% dýrari enn ætlað

Vágatunnilin

Tað hevði verið rætt at rætt at Løgtingið fær eina frágreiðing um, hví Vágatunnilin er blivin 40 milliónirdýrari enn ætlað.
Tað heldur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi.
Hann var tann einasti, sum atkvøddi blankt, tá ið uppskotið um at stovna partafelagið varð til viðgerðar í tinginum.
Hann hevur ikki stórvegis viðmerkingar til Vágatunnilin í løtuni, tí tað er so nýtt, at tunnilin er dýrkaður, men ein frágreiðing um, hví tunnlin kostar 275-280 milliónir ístaðin fyri 240, sum ætlað.
Men hann sigur, at tað er greitt, at tað dýrkar eina ætlan sum hesa, tá ið hon skal fíggjast við lántøku, tí tað kostar rentur at taka lán.
Men ikki minst vágatingmenn vóru altráðir eftir at fáa partafelagið sett á stovn, tí ongin onnur loysn kundi brúkast.
Men nú úrslitið fyriliggur, ræðast teir sítt egna barn.
Men hetta eigur ikki at koma óvart á nakran, tí tá ið tunnlin var til viðgerðar, vísti hann fleiri ferðir á, at tað var skeivt at lata eitt partafelag gera tað heldur enn at lata Landsverkfrøðingin standa fyri arbeiðnum.
Brúkaragjaldið hevur hann heldur ikki so stórar viðmerkingar til. Men tá ið farið varð undir arbeiðið, vóru tað summi, sum droymdi um, at tað fór at kosta einar 50 krónur at koyra ígjøgnum tunnulin, men tað vistu vit, var heilt órealistiskt, tá ið hesin leisturin við almennum partafelag og lántøku, varð valdur.
Um hetta eigur at fáa avleiðingar fyri, hvussu arbeiðið at gera Norðoyatunnilin skal skipast, dugir hann ikki at siga enn.
? Tað er samtykt av stovna partafelag og tað nyttar onki a muta ímóti, tí so fært tú bara at vita, at tú ert ímóti at tunnilin verður gjørdur, hóast veruleikin er, at gjørdi Landsverkfrøðingurin tunnilin, var langt síðani koyrandi undir Vestmannasundi.