Heini O. Heinesen sigur seg vera vælnøgdan við úrslitið í kanningini.
? Vit standa sambært úrslitinum væl í eygum veljarans, sigur tjóðveld-ismaðurin, men fýlist á, at tað sum veljararnir hava tikið støðu útfrá, viðvíkjandi spurninginum um ríkisrættarligu støðu landsins, er alt ov óvist.
? Støðan hjá javnaðarflokkinum í hesum málið, ger myndina támuta, tí tað, teir skjóta upp ikki ber til, sigur Heini O. Heinesen, og leggur afturat, at javnaðarflokkurin enn ikki hevur uppdagað, at vit ikki hava nakað formelt lóggávuvald í Føroyum.
? Tað er hetta Jóannes Eidesgaard roynir at billa fólki inn, og tað er vandamikið, sigur tjóðveldistingmaðurin.
Hann heldur harumframt ongan iva vera um, at javnaðarflokkurin ætlar at varveita ríkisfelagsskapin.
? Eg haldi hesum afturímóti, at teir veljarar, sum í kanningini hava valt leiðina, ið javnaðarflokkurin hevur marknaðarført, hava meint við fullveldi við ymsum avmarkingum, sigur Heini
Heini. O. Heinesen sigur, at hetta kanningarúrslitið ger púra greitt, at fólk vilja hava broytingar.
? Hin reina sambandsleiðin er við hasum 13 prosentunum farin í søguna, sigur hann. Heini vísir eisini á, at um øll hesi 13 prosentini, sum vilja varðveita núverandi skipan, eru sambandsveljarar, er talan bert um eina góða helvt av sambandsveljarunum í kanningini.
Fólkaflokkurin hevur sambært kanningini eina afturgongd á umleið 2%. Heini hevur ikki stórvegis viðmerkingar til hesa, men gitar, at hon kanska stavar frá øðrum, enn spurninginum um ríkisrættarligu støðuna í Føroyum.